Pauli Øssursson Mohr
![](http://chped.net/https/upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/3/37/Pauli_%C3%98ssursson_Mohr_A_Faroese_Swimmer.jpg/220px-Pauli_%C3%98ssursson_Mohr_A_Faroese_Swimmer.jpg)
Pauli Øssursson Mohr (føddur 12. oktober 1991) er føroyskur svimjari úr Fuglafirði. Pauli svimur fyri Havnar Svimjifelag og fyri Føroyar. Til mars 2010 svam hann fyri Fuglafjarðar Svimjifelag.[1] Pauli hevur fleiri ferðir sett met í 50 m bringu. Hann var fyrsti føroyingur sum svam 50 m bringusvimjing á stuttbana undir 29 sekund, tað gjørdi hann tá hann setti nýtt føroyskt met í 50 m bringu á SMS Stevnu í Havn 15. apríl 2012 við tíðini 28.87.[2]
Lívsleið innan svimjing[rætta | rætta wikitekst]
FM 2013[rætta | rætta wikitekst]
- Gull í 4 x 100 m blandað við tíðini 3:58.82
- Gull í 50 m frí við tíðini 24.00
- Gull í 4 x 100 m frí við tíðini 3:34.53
- Silvur í 4 x 50 m frí við tíðini 1:36.95[3]
Luttók á Europameistara stevuni á langgeil 2010 - Føroyskt met[rætta | rætta wikitekst]
Tveir føroyingar luttóku til EM 2010 í Budapest á langbana, tað vóru Pauli Øssursson Mohr og Pál Joensen. Pauli svam í trimum kappingum: 50 m firvald, 100 m frí og 50 m bringu. Pauli betraði sítt persónliga met í øllum greinunum, sum hann svam í, og so setti hann eitt nýtt føroyskt met í 50 m bringu við tíðini 31.39. Tað var Dánjal Martin Hofgaard úr Vági, sum átti gamla metið, sum var 32.36. [4]
Oyggjaleikir 2009[rætta | rætta wikitekst]
Pauli Øssurson Mohr var ein av føroysku svimjarunum, sum luttóku til Oyggjaleikirnar á Álandi í 2009. Pauli vann eitt gull heiðursmerki fyri Føroyar, tvey silvur og eitt bronsu. Bronsuna vann hann í 50 m frí við tíðini 23.33. Gull vann hann í 4x50m blandað. Silvur vann hann í 4x100m blandað og í 4x100m frí.[5]
Vann gullnál[rætta | rætta wikitekst]
At vinna gullnál er størsti heiðurin, sum ein svimjari kann vinna í Føroyum. Hetta megnaði Pauli Øssursson Mohr til Føroyameistarastevnuna 2009, tá hann svam 50 m frí í tíðini 23.44, sum var nýtt føroyskt met. Hann betraði sjálvur fleiri ferðir hetta metið í 2009, men Pál Joensen tók metið til Oyggjaleikirnir á Álandi summarið 2009. Pauli Øssurson Mohr er triði svimjarin, sum vinnur gullnál til Fuglafjarðar Svimjifelag. Hini bæði sum hava vunnið gullnál til felagið eru Elspa Mørkøre og Kári á Høvdanum.[6]
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ Havnarsvimjifelag.com, Pauli Øssursson Mohr er nú HS´ari.
- ↑ Svimjing.com
- ↑ Livetiming.dk
- ↑ Svimjing.com, Pauli nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing.
- ↑ Alandresults2009.com, Competitor Details - Pauli Øssursson Mohr.
- ↑ Fuglafjordur.com[deyð leinkja], Pauli Øssursson Mohr vann gullnál.
Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]
- Svimjing.com
- SSF.fo, Svimjisamband Føroya