Andrea Doria
Appearance
![](http://chped.net/https/upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/d/d5/Andrea_Doria_USCG_1.jpg/250px-Andrea_Doria_USCG_1.jpg)
Andrea Doria var eitt vakurt ferðamannaskip. Fyri italiumenn var hon ein ímynd av endurføðingini av italska flotanum eftir Seinna Heimsbardaga. Um náttina tann 25. juli 1956 var Andrea Doria á veg um Atlantshav og skuldi sigla inn í New York morgunin eftir. Kjaftsvart var í mjørka. Nakrar sjómíl frá var svenska ferðamannskipið "Stockholm" á veg til Evropa. Eisini "Ile de France", eitt gamalt franskt ferðamannaskip, var á somu leið. Uttan at vita av nøkrum sigldu hesi trý skipini við skiparunum Piero Calamai, Harry Gunnar Nordenson og Raoul de Beaudéan á brúnni við beinari kós móti hvørjum øðrum. Hálvtrýss ár seinni koma hendingarnar fram í ljós.