Balkanhálvoyggin
Appearance
![](http://chped.net/https/upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/3/31/Balkan_Peninsula.svg/250px-Balkan_Peninsula.svg.png)
Á Balkanhálvoynni, sum gongur norður móti Sava og Donau, eru Grikkaland, Bosnia og Hersegovina, Kroatia, Kosovo, Makedónia, Bulgaria, Montenegro, Serbia, Slovenia, Albania og so harafturat evropaparturin av Turkalandi.
Turkaland hevði síðan í miðøld havt ræðið á Balkan, men í 19. øld fóru tjóðirnar á Balkan at stríðast fyri frælsi. Í 1912 fóru Grikkaland, Bulgaria og Serbia í kríggj ímóti Turkalandi, sum var við undirlutan og mátti lata næstan øll lond sín í Evropa frá sær.