Buôn Ma Thuột
Appearance
![](http://chped.net/https/upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/2/2e/Bu%C3%B4n_Ma_Thu%E1%BB%99t_city_square.jpg/340px-Bu%C3%B4n_Ma_Thu%E1%BB%99t_city_square.jpg)
Buôn Ma Thuột (Buon Ma Thuot) er ein býur í Vjetnam, høvuðsstaður í Đắk Lắk landslutinum. Fólkatalið í býnum er umleið 300.000 og er tann størsti býurin í Central Highlands regiónini (Tay Nguyen). Býurin liggur umleið 350 km frá Ho Chi Minh City. Býurin liggur í hálendi á einum rættiliga fløtum øki, í meðal 536 metrav yvir havinum.
Slagið um Ban Me Thuot fór fram í býnum í mars 1975, tað spældi ein avgerandi leiklut í Vjetnamkrígnum, ið førdi til at Norðuvjetnam við tí kommunistiska Fólkaheri Vjetnams vann á II Corps (Quân đoàn II) hjá Suðurvjetnam, og at enda tók ræði á Suðurvjetnam, ið var eitt sjálvstøðugt lýðveldi frá 1955 til 30. apríl 1975.
Buon Me Thuot Floghavnin liggur í býnum.