Hjartatjarnaks
Appearance
![](http://chped.net/https/upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/4/4b/Potamogeton_perfoliatus.jpeg/260px-Potamogeton_perfoliatus.jpeg)
Hjartatjarnaks (frøðiheiti Potamogeton perfoliatus) veksur víða hvar í vøtnum. Næstan øll bløðini stelkleys, tunn, hjarta- ella eggvaksin við týðuliga groyptari grund, stundum smárukkut í rondini. Aksleggurin tykist stundum eitt sindur framtjúkkur; blómurnar smáar, tvíkynjaðar; fruktin fjøldarfrukt, leggleys.
Leggurin greindur, tættsettur við bløðum. Bløðini upp í 10 x 6 cm, øll undir kavi, óstelkað, eggvaksin, groypt við hjartavaksnari grund, ofta er rondin eitt sindur bylgjut, fínt tent, ið hvussu er sum ung. Lítil slíðrahinna. Fruktin 3-3,5 mm. Bl. í juli til august. Veksur í vøtnum.