Imer
Appearance
![](http://chped.net/https/upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/6/60/Comune_di_Imer.jpg/250px-Comune_di_Imer.jpg)
Imèr (týskt: Imör ella Immer) er ein kommuna í Trentino-Suðurtyrol, í Norður-Italiu, sum liggur 50 kilometrar eystan fyri Trento. Tann 31. desember 2012 búðu 1200 fólk har. Økið er 27,6 ferkilometrar til støddar. Imer hevur mark til hesar kommunur: Siror, Canal San Bovo, Mezzano og Sovramonte. Kommunan liggur í Primierodalinum.