Jump to content

Krista Mørkøre

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Krista Mørkøre (fødd 1998) er ein føroyskur svimjari, sum svimir fyri Ægir og Føroyar (ÍSB). Krista ber brek og svimur tí í kappingum sum eru fyri fólk við breki, brekið hjá Kristu er bólkað sum S10. Hon luttekur tó eisini í vanligum svimjikappingum í Føroyum. Á Ægir Stevnu í februar 2011 vann hon eina bronsunál í 50 metrum frí.[1] Krista fekk í 2007 ein svull í heilan, ið ger at hon hevur lammilsi í høgru síðu av andlitinum og hevur ataxi í høgra armi og beini.

Í 2016 kláraði Krista at kvalifisera seg til EM fyri parasvimjarar, ið varð mánaðarskiftið apríl-mai 2016 og til Paralympisku leikirnir í Rio, ið verða 7. til 18. septembur 2016. Í Rio skal hon svimja 50m, 100m og 400m frísvimjing. Krista svimur undir føroyska Merkinum av tí at ÍSB er fullgyldugur limur, og var við til at stovna IPC.[2]

Lívsleið innan svimjing[rætta | rætta wikitekst]

Paralympisku leikir 2016[rætta | rætta wikitekst]

Krista Mørkøre skal luttaka á summar-PL 2016 í Rio de Janeiro. Leikirnir eru frá 7. til 18. september. Tíðirnar eru lokalar tíðir ið eru fýra tímar frammanfyri føroyska tíð.[3] Hon svam hesar tíðir:

  • 50m frí innleiðandi við tíðini 32:54
  • 100m frí innleiðandi við tíðini 1:12.4
  • 400m frí innleiðandi við tíðini 5:18.50

Croatia Open 2016[rætta | rætta wikitekst]

  • Silvur í 50 m frísvimjing á langgeil við tíðini 32.41[4]

British National Para Swimming Championships 2015[rætta | rætta wikitekst]

  • Gull í 400 frí við tíðini 5:17.07
  • Gull í 100 frí við tíðini 1:08.49 (persónligt met)
  • Gull í 50 frí við tíðini 31.69 (persónligt met)
  • Silvur í 100 bringu við tíðini 1:31.00 (betring av hennara persónliga meti við 2.4 sekundum)[5]

HM 2015 í Glasgow[rætta | rætta wikitekst]

Krista luttók á HM í svimjing fyri brekað, sum varð í døgunum 13. til 19. juli 2015 í Glasgow. Hon luttók í bólkunum S10 og SB9.[6]

  • Mánadag 13. juli: Kvinnur 50 frí S10
  • Mikudag 15. juli: Kvinnur 100 bringu SB9
  • Fríggjadag 17. juli: Kvinnur 100 firvald S10
  • Leygardag 18. juli: Kvinnur 100 frí S10
  • Sunnudag 20. juli: Kvinnur 400 frí S10

Úrslit[rætta | rætta wikitekst]

Krista vann ikki nakað heiðursmerki, men hon svam sínar til tá bestu tíðir og setti sostatt persónlig met í øllum fýra kappingum, ið hon luttók í.

  • Í 50 frí svam hon 32.01 har hennara besta tíð áðrenn hetta var 32.33.
  • Í 100 bringu svam hon 1:33.40 har hennara besta tíð var 1:33.43
  • Í 100 frí svam hon 1:08.76 har hennara besta tíð var 1:08.91
  • Í 400 frí svam hon 5:23.52 har hennara besta tíð var 5:37.52[7]

Danish Open 2015[rætta | rætta wikitekst]

Krista luttók á Danish Open 2015 í Esbjerg í mars 2015.

  • Silvur í 200 metra frí við tíðini 2:37.85, ið var persónligt met[8]

Danish Open 2014[rætta | rætta wikitekst]

Krista luttók á Danish Open 2014 í Esbjerg 7.-9. mars 2014. Alt í alt vann Krista 1 gull, 2 silvur og 2 bronsu á hesi stevnu, og setti 7 persónlig met.

  • Gull í 50 metrar firvald við tíðini 36.82[9]
  • Silvur í 100 firvald við tíðini 1:32.66
  • Silvur í 50 m bringu við tíðini 45.09
  • Bronsu í 200m frísvimjing við tíðini 2:36:31 (persónligt met) [10]
  • Bronsu í 400 m frí við tíðini 05:40.62

NM - International Para Games 2013 í Stokkhólmi[rætta | rætta wikitekst]

Krista luttekur í Norðurlendskari Meistarastevnuni fyri brekað, sum eisini verður nevnd International Para Games 2013 í Stokkhólmi fyrsta vikuskifti í november 2013.[11]

  • Bronsu í 400 m frí við tíðini 5:35.77, sum var persónligt met[12]
  • 50 m firvald við tíðini 37.72, sum var persónligt met

IDM 2013 í Týsklandi[rætta | rætta wikitekst]

Krista luttók á IDM kapping í Týsklandi í mai 2013, kappingin nevnist 27. Internationale Deutsche Meisterschaften Im Scwimmen Der Behinderten. Hon vann 5 bronsu heiðursmerki.[13] Hon var 14 ára gomul, tá hon luttók í kappingini. Miðja verður ímóti at hon megnar at kvalifisera seg til Paralympisku Leikirnir í Rio í 2016.[14]

German Open 2011 í Berlin[rætta | rætta wikitekst]

Kappingin gekk fyri seg á langgeil, 25. Internationale Deutsche Meisterschaften im Schwimmen. Krista var 12 ára gomul, tá hon luttók í hesi kappingini.

  • Silvur í 50 bringu við tíðini 47.01[15]
  • Silvur í 100 frí við tíðini 1:15.08
  • Silvur í 50 firvald við tíðini 46.42[16]
  • Bronsu í 400 frí við tíðini 5:51.29
  • bronsu í 200 frí við tíðini 2:48.25
  • bronsu í 100 bringu við tíðini 1:42.09
  • bronsu í 200 blandað við tíðini 3:28.06

Keldur[rætta | rætta wikitekst]