Morten Østergaard
Appearance
![](http://chped.net/https/upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/f/f1/Den_danske_uddannelsesminister_Morten_Oestergaard._Mote_i_ministerradet_for_utbildning_och_forskning_i_forbindelse_med_Nordiska_radets_64-e_session_i_Helsingfors._Wednesday_31._October_2012.jpg/220px-thumbnail.jpg)
Morten Østergaard Kristensen (føddur 17. juni 1976 í Aarhus) er danskur politikari. Frá september 2014 til oktober 2020 hevur hann verið politiskur leiðari av Radikala Vinstraflokkinum.
Morten Østergaard varð fyrstu ferð valdur í Fólkatingið í 2005.
Eftir at Margrethe Vestager, táverandi forkvinnan í flokkinum, boðaði frá tann 31. august 2014, at hon fór at gerast limur í ES-kommissiónini í Brússel, tók hann við formanssessinum í flokkinum.[1]
Hann hevur verið útbúgvingar- og granskingarráðharri (oktober 2011 - februar 2014), skattamálaráðharri (februar 2014 - september 2014), og vinnulívs- og innanríkismálaráðharri (september 2014 - juni 2015).
Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]
- Morten Østergaard Archived 2019-06-08 at the Wayback Machine, radikale.dk
- Morten Østergaard á Facebook
Keldur[rætta | rætta wikitekst]