Sýnagogur
Appearance
![](http://chped.net/https/upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/3/3c/Great_Synagogue_Plzen_CZ.jpg/250px-Great_Synagogue_Plzen_CZ.jpg)
Ein sýnagoga er eitt hús til jødiska gudstænastu og halgigerðir [1]. Har er m.a. bøndarhald og lestur. Har koma fólk saman í brúdleyp, og har verða drongur og genta vígd jødadóminum. Í sýnagogur bera menn yarmulke ella kipa á høvdinum. Menninir bera eisini biðisjál um herðarnar, tá ið biðið verður. Torarullarnar verða bornar fram fyri guðstænastuna og verða síðan goymdar í skápi. Halgiskriftir jøda eru á aramáiskum ella hebráiskum máli. Gudstænastan hjá jødum er á hebráiskum, sum nú er móðurmálið í føðilandinum, Ísrael.