Ungarskt mál
Appearance
Ungarskt magyar | ||
---|---|---|
Tosað í: | Ungarn. | |
Tosandi íalt: | 14 500 000 | |
Málætt: | Uralsk mál Finno-ugrisk mál | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | hu | |
ISO 639-2: | hun | |
ISO 639-3: | hun
. |
![](http://chped.net/https/upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/a/a3/Dist_of_hu_lang_europe.svg/240px-Dist_of_hu_lang_europe.svg.png)
Ungarskt mál (ung.: magyar) er eitt uralskt mál, ið verður tosað av umleið 14,5 milliónum fólkum, harav 10 milliónir búgva í Ungarn, har ið tað er almenna málið. Ungarskt verður eisini talað í økjum ið hava mark við Ungarn og í ávísum øðrum økjum ikki so langt burturi frá Ungarn. Økini ið liggja við markið hjá Ungarn eru í hesum londum: Rumenia, Slovakia, Serbia, Kroatia og Slovenia (øll hesi eru øki, ið vóru mist eftir fyrra heimsbardaga; harumframt verður ungarskt eisini tosað í Eysturríki. Í Eysturríki-Ungarn var ungarskt saman við týskum eitt av teimum almennu høvuðsmálunum.