Wikipedia:Hendingar
Appearance
Hendingar er tann boksin við 3 hendingum, ið hendu tann dagin ið talan er um.
Í dag[rætta wikitekst]
Hin 22. juni:
- 1722 - Hægstarættardómarin í Onglandi fellur dómin, at trælahald í Onglandi er ólógiligt.
- 1906 - Svenska flaggið (myndin) verður tikið í nýtslu.
- 1911 - George V og Mary of Teck verða krýnd í Westminster Abbey til kong og drotning av Stóra Bretlandi
- 1986 - Diego Maradona skorar víðagitna "Hand of God" málið á HM í fótbólti 1986, ið verður hildið í Meksiko.
Treytirnar fyri at seta hendingar á síðurnar[rætta wikitekst]
Treytirnar fyri at seta eina hending á síðurnar er í veruleikanum subjektivt, eftirsum teir flestu dagarnir hava eina rúgvu av hendingum, ið kundu komi við her. So góðskan av greinum saman við einari blanding av evnum, ið longu eru á listanum, eru ofta viðkomandi faktorar. Krøv fyri inkludering:
- Í mesta lagi 3 hendingar (altíð í nútíð og í mesta lagi 3 halgidagar/tjóðardagar á datolinkjuni); føðingar og andlát skulu/mugu bert takast við, tá ið talan er um eitt runt ár, t.d. 5, 10, 25, 50, 100 ár osfr.
- Hendingin skal hava ein ávísan søguligan áhuga (relativt í mun til aðrar hendingar henda ávísa dagin).
- Hendingin og tann framhevjaða greinin 8 (feitur tekstur) skal eisini verða at finna á síðuni fyri tann ávísa dagin undir "hendingar".
- Leinkjur í hendingunum eiga altíð at vísa til verandi greinar (ongar reyðar leinkjur).
- Um halgidagurin/tjóðardagurin fer fram á sama degi hvørt ár, so skal hann setast á datolinjuna. (T.d. tjóðardagar og fastir halgidagar)
Royn so vítt gjørligt at halda teg til ein einkultan setning fyri hvørja hending.