Jump to content

William Henry Monk

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
William Henry Monk

William Henry Monk (føddur 16. mars 1823, andaðist 1. mars 1889) var enskur orgulspælari, kórleiðari, kirkjutónleikari, tónleikaritstjóri og -útgevari.

Abide with Me

Hann var eisini íðið sálmaskald sum gjørdi eina rúgvu av kendum sálmaløgum, t.d. tað kenda lagið sum verður brúkt til sálmin "Abide with Me" - "Ver tú mær hjá" á føroyskum. Lagið fekk upprunaliga heitið "Eventide".

Monk gav kenda sálmabókin 'Hymns Ancient and Modern' út fyri fyrstu ferð í 1861.

Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]