Wirsung kanalin
Appearance
![](http://chped.net/https/upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/e/eb/Gray_1100_Pancreatic_duct.png/220px-Gray_1100_Pancreatic_duct.png)
Bris kanalin ella Wirsung kanalin, nevnt eftir týska kropsbygnaðarfrøðinginum, Johann Georg Wirsung (1589 - 1643), er ein kanal, sum forbindir brisið til gall kanalina, sum síðani rennur út í tólvfingurtarmin. Her rennur bris-saft úr, sum hjálpir við sodningini, í tarminum, frá tí eksokrina partinum í brisinum.
Hendan kanalin er sera umráðandi, tí um kanalin verður tipt av einari ella aðrari grund, ella um ígerð kemur í hana, kann ein fáa akutta ígerð í brisið. Tann mest vanliga grundin fyri at wirsung kanalin verður tipt, er gallsteinur í gall kanalini.
Ein kann eisini fáa krabbamein í wirsung kanalina ("Pancreatic ductal carcinoma" á enskum). Hetta slagið av krabbameini, er ein av teimum, sum flest fólk doyggja av í prosentum.